Føroyskir fiskimenn uttanlands
 FRAMSÍÐA                         
 VIÐTØKUR FELAGSINS    
 UM FELAGIÐ                    
 ENDAMÁL FELAGSINS    
 NEVNDARLIMIR    
 TÍÐINDAYVIRLIT                
FELAGIÐ FØROYSKIR
FISKIMENN UTTANLANDS
Postboks 79 396
110 Tórshavn

Formaður:
Einar Martin Hammer
ehm@olivant.fo
Telefon: 28 67 02


Limagjaldið fyri 2020 er 400,- KR. fyri alt árið.

Limagjaldið skal flytast á konto: 9181 - 44 20 278.

LOGO


  07-11-2018

Limafundurin hevði fund á Seglloftinum 7. november 2018




Felagið bjóðað teimum - sum vóru heima - til fund á Seglloftinum á Tvøroyri mikudagin 7. november 2018.
Hetta var fyrstu ferð felagið skipaði fyri fundi í Suðuroy, og tí var tað hugaligt, at undirtøkan var góð, og hugnaligt var at møtast á Seglloftinum.



Nógv var at práta saman um, á skránni vóru t.d. skattamál hjá limunum í teimum ymsu londunum: Kanada, Grønlandi, Norra og Danmark.

Semja var um, at høvuðsuppgávan hjá felagnum er, at fylgja serliga væl við nýggjari føroyskari lógávu sum hevur áhuga hjá limunum og upplýsa føroyskar politikarar um viðurskifti, sum eru galdandi fyri føroyingar, sum sigla við útlendskum fiskiskipum.
Nevndin greiddi frá teimum fundum, sum hava verið við politisku myndugleikarnar um lóggávu, sum hevur áhuga og ávirkan á viðurskiftunum hjá limunum.

Teir sum vóru møttir høvdu eisini høvi at spyrja hvønn annan, hvussu skilabest er at loysa tey ivamál, sum kunnu stinga seg upp.

Á myndini niðanfyri eru vinstru 1) Pauli, Olsen, 2) Jónleif Augustinussen, 3) Meinhard P. Jacobsen, 4) Torbjørn Joensen, 5) Jóhannes Næs, 6) Jóannes Jespersen, 7) Snæbjørn í Dali, 8) Poul Kjartan Poulsen, 9) Poul Eli Bærentsen, 10) Einar Martin Hammer, 11) Eyðstein Sørensen.






Føroyskir fiskimenn uttanlands

Vitja okkum á Facebook




LOGO

LOGO



TÍÐINDABRÆV

Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá felagnum:

  


Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.