Føroyskir fiskimenn uttanlands
 FRAMSÍÐA                         
 VIÐTØKUR FELAGSINS    
 UM FELAGIÐ                    
 ENDAMÁL FELAGSINS    
 NEVNDARLIMIR    
 TÍÐINDAYVIRLIT                
FELAGIÐ FØROYSKIR
FISKIMENN UTTANLANDS
Postboks 79 396
110 Tórshavn

Formaður:
Einar Martin Hammer
ehm@olivant.fo
Telefon: 28 67 02


Limagjaldið fyri 2020 er 400,- KR. fyri alt árið.

Limagjaldið skal flytast á konto: 9181 - 44 20 278.

LOGO


  24-10-2014

Lítið og einki skil á mynstringum




Sambært Elmar Højgaard stjóra á VØRN er lítið og einki skil á trygdarskeiðum og læknaváttanum umborð á føroyskum skipum.

VØRN skrivar soleiðis til Sjóvinnustýrið:
Um málið skrivar Elmar Højgaard soleiðis: Sjóvinnustýrið hevur ongantíð vilja viðurkent at hava eftirlitsuppgávuna viðvíkjandi mynstringum. Her hjá VØRN hava vit ongantíð verið í iva, at hettar er málsøkið hjá Sjóvinnustýrinum. Søgan er tann, at tá manningin á vaktarskipunum varnaðist, at lítið og einki skil var á trygdarskeiðum og læknaváttanum hjá manningini á føroyska fiskiskipunum, gjørdu vit vart við hettar yvirfyri Sjóvinnustýrinum.

Fundir
Vit høvdu fundir har Fiskimálaráðið eisini var umboðað, men Sjóvinnustýrið vildi ikki góðtaka, at eftirlitsuppgávan lág hjá teimum.
Tíverri hevði umboð fyri Fiskimálaráðið eisini somu støðu.
VØRN vildi ikki vera vitandi um, at ongin hevði áhuga í trygdini á sjónum, og tí bleiv av og á kannað eftir, hvussu støðan var við førleikakrøvunum hjá manningini á fiskiførum.

Føroya Landfúti
Varð komið fram á manglar í førleikakrøvunum, sum kravd eru tá mynstrað verður, vóru hesi mál send til Føroya Landfúta.
Føroya Landfúti hevur tó ikki gjørt nógv við hesi mál, men kortini so eru nøkur mál komin so mikið langt at dómur verður sagdur í næstum.

Rudda upp
VØRN hevur nú rudda slóð fyri, at brot á mynstringarlóggávuna og manningarlógina verða viðgjørd hjá Føroya Landfúta, og vónandi eisini, at Føroya Rættur hevur ásett bótarupphædd.
Nú má tíðin verða komin, at Sjóvinnustýrið tekur ábyrgd av málsøkinum.
Vit kundu tikið ein fund um hesi viðurskifti í nærmastu framtíð, skrivar VØRN til Sjóvinnustýrið 24. februar 2014.
Onki kom kortini burtur úr hesum fundi.








Føroyskir fiskimenn uttanlands

Vitja okkum á Facebook




LOGO

LOGO



TÍÐINDABRÆV

Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá felagnum:

  


Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.