Føroyskir fiskimenn uttanlands
 FRAMSÍÐA                         
 VIÐTØKUR FELAGSINS    
 UM FELAGIÐ                    
 ENDAMÁL FELAGSINS    
 NEVNDARLIMIR    
 TÍÐINDAYVIRLIT                
FELAGIÐ FØROYSKIR
FISKIMENN UTTANLANDS
Postboks 79 396
110 Tórshavn

Formaður:
Einar Martin Hammer
ehm@olivant.fo
Telefon: 28 67 02


Limagjaldið fyri 2020 er 400,- KR. fyri alt árið.

Limagjaldið skal flytast á konto: 9181 - 44 20 278.

LOGO


  27-02-2014

Eftirløn: Kravd uppsparing





Kravd uppsparing
Fyri føroyingar, sum arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgevarum, og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan, setur eftirlønarlógin, sum kom í gildi 1. januar 2014, nýggj krøv.

Mest grundleggjandi broytingin í nýggju eftirlønarlógini er, at allir borgarar millum 21 ár og fólkapensjónsaldur skulu spara saman til egna eftirløn. Ein onnur áseting er, at øll eftirlønargjøld skulu fara til góðkendan eftirlønarveitara, ið hevur heimstað í Føroyum. Eftirlønarsamansparingin skal stovnast í lívtryggingarfelagi, eftirlønargrunni ella peningastovni, sum eisini hevur heimstað í Føroyum.


Útlendsk eftirlønarskipan
Føroyingar, sum arbeiða uttanlands og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan, kunnu verða undantiknir at rinda til eftirløn av sínari inntøku, ið er vunnin uttanlands.

Treytin fyri undantøkuni er, at váttast kann, at starvsviðurskiftini eru soleiðis háttað, at løntakarin ikki sjálvur kann velja at rinda til føroyskan eftirlønarveitara, men er bundin at ávísum eftirlønarveitara. Eitt annað krav er, at útlendska eftirlønarskipanin verður mett at vera nøktandi. Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður einans roknað inngjald, sum verður rindað til lívrentu. Fyri hvørt prosent av samlaðu uttanlandsinntøkuni, sum persónur rindar til lívrentu, verður bundna eftirlønargjaldið, sbrt. § 2, stk. 1 í Eftirlønarlógini, lækkað við 2%.

Útlendski arbeiðsgevarin skal vátta, at starvssáttmálin áleggur, at rindast skal til ávísa útlendska eftirlønarskipan, og tí kann ikki rindast eftirløn til ein føroyskan eftirlønarveitara.

Ein treyt fyri at verða undantikin er, at arbeiðið skal verða útint uttanfyri Føroyar. Arbeiði umborð á skipi og øðrum útbúnaði, sum av og á kemur í føroyska havn, verður roknað sum útint uttan fyri Føroyar.

Vísir tað seg, at persónur hevur aðra inntøku enn hana, ið er undantikin, verður henda inntøka fevnd av eftirlønarinngjaldi sambært eftirlønarlógini, t.e. at eftirlønargjald skal rindast av hesari til føroyskan eftirlønarveitara.

Umsókn um undantøku skal sendast TAKS, samstundis sum sjálvuppgávan verður latin inn.
Saman við umsóknini skal sendast váttan frá arbeiðsgevara, umframt avrit av eftirlønarsáttmála. Harumframt skal latast teldutøkt avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir eftirlønarinngjaldið fyri árið frammanundan, umframt saldoupplýsingar.

Til ber eisini hjá arbeiðsgevara ella eftirlønarveitara at senda eina felags umsókn til TAKS at fáa ein ella fleiri persónar undantiknar.


Skiftisskipan
Persónur, sum í starvi sínum fyri arbeiðsgevara við heimstaði í Føroyum, er fevndur av eftirlønarskipan hjá donskum eftirlønarveitara, kann vera undantikin lógini, og halda fram við at rinda til donsku eftirlønarskipanina sambært serligum treytum í eini skiftisskipan.

Treytir fyri einum undantaki eru, at einki verður rindað til kapitaleftirløn, og at tað verður rindað í minsta lagi tað, sum er ásett vanligum borgarum at rinda, men tó ongantíð minni enn 10 prosent av føstu árslønini.

Landsstýrismaðurin kemur at áseta nærri reglur á hesi øki, so talan kann verða um broytingar.


Tilflyting til Føroyar og skylda at rinda eftirløn
Persónur, sum hevur avmarkaða skattskyldu í Føroyum, eitt nú ein útlendskur lækni ella útlendskur sveisari, hevur ikki skyldu at rinda eftirløn í Føroyum.

Tá persónur, ið áður hevur havt avmarkaða skattskyldu til Føroya, fær fulla skattskyldu til Føroya, fær hann ella hon eisini skyldu at rinda eftirløn. Skyldan at rinda eftirløn verður at rokna frá tí degi, avmarkaða skattskyldan heldur uppat, og fulla skattskyldan tekur við.

Rentur og annar vinningur í eini eftirlønarsamansparing eru hvørki skatta- ella avgjaldsskyldug.









Føroyskir fiskimenn uttanlands

Vitja okkum á Facebook




LOGO

LOGO



TÍÐINDABRÆV

Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá felagnum:

  


Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.