Føroyskir fiskimenn uttanlands
 FRAMSÍÐA                         
 VIÐTØKUR FELAGSINS    
 UM FELAGIÐ                    
 ENDAMÁL FELAGSINS    
 NEVNDARLIMIR    
 TÍÐINDAYVIRLIT                
FELAGIÐ FØROYSKIR
FISKIMENN UTTANLANDS
Postboks 79 396
110 Tórshavn

Formaður:
Einar Martin Hammer
ehm@olivant.fo
Telefon: 28 67 02


Limagjaldið fyri 2020 er 400,- KR. fyri alt árið.

Limagjaldið skal flytast á konto: 9181 - 44 20 278.

LOGO


  01-10-2013

Løgmaður boðar frá nýggjum skatti




Løgmaður boðar frá nýggjum skatti, hann sigur soleiðis:

Skulu rinda limagjald til føroyska samfelagið

Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, men sum búgva í Føroyum, kunnu ikki longur sleppa undan at rinda skatt til føroyska samfelagið.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Hann kallar tað kortini ikki fyri skatt, men fyri eitt limagjald til samfelagið.
Hann sigur hetta í sambandi við ætlanina hjá samgonguni at gera eina nýggja skattaskipan.
- Tað er ein av okkara størstu avbjóðingum, sigur løgmaður, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár.
Tað gongur bara ikki í longdini, um so er, at ein ov stórur partur av okkara arbeiðsstyrki fer uttanlands at arbeiða, men brúkar okkara vælferðartænastur, uttan at vera við í okkara skattaskipan, sigur løgmaður.
- Tað fyrsta sum hendir er, at kommunurnar hava onga møguleika yvirhøvur at fíggja vælferðartænasturnar.
Landið fer heldur ikki at hava nakran sum helst møguleika at fíggja okkara vælferðartænasturnar.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at føroyskir myndugleikar noyðast at taka samband við føroyingar, sum sigla í DIS, FAS, ella um annars eru undir øðrum skipanum.
- Hesi fólkini draga fremmandan pening til samfelagið og tað fegnast vit um. Men her skal eisini eitt limagjald til, skulu vit varðveita eitt vælferðarsamfelag.
Løgmaður ivast ikki í, at mótstøðan verður hørð, eisini politiskt – og ikki minst tá ið tað fer at stunda til løgtingsvalið og politikarar skulu veljast aftur.
- Men vit eru noydd til at hava alla fjøldina við til at rinda fyri heilsuverk, skúlaverk og aðrar vælferðartænastur.
Hetta er av ógvuliga stórum týdningi og tað er neyðugt at inntøkugrundarlagi hjá landið og kommunum fylgja við, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.








Føroyskir fiskimenn uttanlands

Vitja okkum á Facebook




LOGO

LOGO



TÍÐINDABRÆV

Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá felagnum:

  


Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.