F°royskir fiskimenn uttanlands
 FRAMS═đA                         
 VIđTěKUR FELAGSINS    
 UM FELAGIđ                    
 ENDAM┴L FELAGSINS    
 NEVNDARLIMIR    
 T═đINDAYVIRLIT                
FELAGIđ FěROYSKIR
FISKIMENN UTTANLANDS
Postboks 79 396
110 Tˇrshavn

Forma­ur:
Einar Martin Hammer
ehm@olivant.fo
Telefon: 28 67 02


Limagjaldi­ fyri 2020 er 400,- KR. fyri alt ßri­.

Limagjaldi­ skal flytast ß konto: 9181 - 44 20 278.

LOGO


  17-09-2013

Royna at hjßlpa toskavinnuni Ý Noregi




Norska stjˇrnin skal br˙ka minst 85 milliˇnir norskar krˇnur til at hjßlpa toskavinnuni.

- Vit noy­ast at gera naka­ sum b°tir um st°­una, og ta­ mß gerast beinanvegin, sigur frßfarandi norski fiskivinnumßlarß­harrin, Lisbeth Berg-Hansen, Ý samband vi­ hjßlparpakkan sum hon leg­i fram beint ß­renn vali­.
┴taki­ kom neyvan so seint Ý valdystunum uttan eina Štlan um eisini at vinna veljarar, men hetta er samstundis ein roynd at bjarga eini vinnu, i­ hevur fingi­ trupulleikar av at norsk toskakvotan er °kt so nˇgv seinastu ßrini. Samstundis hevur fÝggjarkreppan oy­ilagt stˇrar markna­ir sum vanliga keypa nˇgvan norskan tosk, sum til d°mis Grikkaland, Portugal og Spania.

Berg-Hansen sigur at hon vi­ hesum ßtakinum ynskir at tryggja at toskavinnan kann framlei­a betri gˇ­sku og fŠr meir burtur˙r hv°rjum kilo. Pengar skulu br˙kast bŠ­i til menning av nřggjum framlei­slum og til at markna­arf°ra toskin.
Norska toskavinnan kundi fyri fßum ßrum sÝ­ani fr°­ast um at kvoturnar °ktu, men skjˇtt sßst at hetta ikki bara var ein fyrimunur. ┌tflutningsvir­i er nŠrum ta­ sama Ý ßr sum Ý fj°r, hˇast mongdin sum er ˙tflutt er °kt vi­ 40 prosentum.
Ta­ sum er hent Ý teimum stˇru toskamarkna­unum er at fˇlk eru farin at spara og hugsa um hvar tey fßa best burtur˙r. Serliga su­urevropeisku markna­irnir eru raktir. Ta­ vÝsir seg at toskurin missir markna­ir bŠ­i orsaka av fÝggjarkreppuni og ikki minst tÝ aldur laksur gerst lŠttari at fßa hendur ß.

Uppskoti­ hjß frßfarandi norsku stjˇrnini inniheldur millum anna­ hesi uppskotini:

Ľ 10 milliˇnir krˇnur til upplŠring so gˇ­skingini av fiskinum ver­ur betri

Ľ 21 milliˇnir skulu br˙kat til at stu­la lÝnuvinnuni. LÝnufiskurin hevur betri gˇ­sku enn ta­ sum ver­ur fiska­ vi­ g°rnum, og hesin stu­ulin skal fßa fleiri at gera meir vi­ lÝnuna.

Ľ 6 milliˇnir skulu br˙kast til at gera ta­ lŠttari hjß smŠrru bßtunum at kunna selja fiskin har fiskimennirnir b˙gva.

Ľ 30 milliˇnir skulu br˙kast til markna­arßt°k. Av hesum skulu 15 milliˇnir br˙kast gj°gnum Norges sj°matrňd, i­ hevur eina uppgßvu, og ta­ er at fßa fleiri til at eta fisk, norskan fisk, bŠ­i Ý Noregi men ikki minst ˙ti Ý heimi.
Noregs Sj°matrňd hevur umbo­ Ý °llum teimum stˇru markna­unum, og hesi skulu saman vi­ vinnuni finna markna­ir og selja norska fiskin ß hesum markna­unum. Hin helvtin av hesum 30 milliˇnunum skal br˙kast gj°gnum Mattilsynet(heilsufr°­iliga starvsstovan hjß nor­monnum)

. Mattilsynet skal eisini hjßlpa til vi­ at fßa fiskin inn ß nřggjar markna­ir.

Ľ 10 milliˇnir skulu br˙kast til gransking av handfaringini av fiskinum umbor­, ogtil at finna loysnir so fiskurin kann takast livandi til lands.

Ľ 8 milliˇnir skulu br˙kast gj°gnum Innovasjon Norge til at menna t°kni og framlei­slur Ý toskavinnuni. Harafturat vil Lisbeth Berg-Hansen geva minstu bßtunum nŠrum frÝa atgongd til at fiska ta­ hesin parturin av flotanum megnar, fyri at tryggja at flakavirkir og onnur fiskavirkir ß landi fßa nokk av rßv°ru.

Ătlanin er at 30 milliˇnir koma longu Ý ßr, og sÝ­ani koma 55 milliˇnir afturat Ý 2014. Ta­ er Ý l°tuni ikki greitt hva tein nřggj stjˇrn Ý Noregi kemur at gera, men ta­ er stoltenberg-stjˇrnin sum leggur fram fÝggjarŠtlanina fyri 2014 Ý oktober. Allarhelst vil ein borgarlig stjˇrn flyta pengar, men st°­an er so miki­ ßlvarslig at tey eisini hava sagt at okkurt munagott mß gerast.

Serliga flakavirkir og onnur virkir sum taka Ýmˇti fiski hava stˇrar trupulleikar orsaka av fallandi prÝsunum. Upps°gnir og h˙sagangir hava seinastu mßna­irnar rakt fleiri smŠrri fiskivinnusamfel°g Ý Noregi. Sjßlv sigur flakavirkisvinnan at ˙tlitini eru myrk, og at ney­ugt er at gera naka­ munagott fyri at for­a einum risa skrŠdli.








F°royskir fiskimenn uttanlands

Vitja okkum ß Facebook




LOGO

LOGO



T═đINDABRĂV

Ni­anfyri ber til at tekna seg fyri hald av tÝ­indabrŠvi frß felagnum:

  


Ynskja tygum ikki longur at fßa tÝ­indabrŠv, so ber til at br˙ka knappin strika omanfyri.