Føroyskir fiskimenn uttanlands
 FRAMSÍÐA                         
 VIÐTØKUR FELAGSINS    
 UM FELAGIÐ                    
 ENDAMÁL FELAGSINS    
 NEVNDARLIMIR    
 TÍÐINDAYVIRLIT                
FELAGIÐ FØROYSKIR
FISKIMENN UTTANLANDS
Postboks 79 396
110 Tórshavn

Formaður:
Einar Martin Hammer
ehm@olivant.fo
Telefon: 28 67 02


Limagjaldið fyri 2020 er 400,- KR. fyri alt árið.

Limagjaldið skal flytast á konto: 9181 - 44 20 278.

LOGO


  04-01-2013

Samandráttur um skatting av fiskimonnum við útlendskum skipum




Fiskiveiðu inntøka er skattskyldug inntøka eftir §25a í skattalógini. Inntøkan verður viðgjørd eftir § 15, stk. 4b í Norðurlendska sáttmálanum.


Fiskimenn umborð á Norðurlendskum skipum
Føroyskir fiskimenn umborð á Norðurlendskum skipum skulu gjalda allan skattin í Føroyum. Føroyingar, sum fara umborð á Norðurlendsk fiskiskip, skulu lata landinum, har skipið hoyrir heima, eina váttan um skattskyldu í Føroyum og sleppa síðan undan at gjalda skatt í arbeiðslandinum. Váttanin fæst við at venda sær til TAKS.


Fiskimenn við grønlendskum skipum
Fiskimenn við grønlendskum skipum skulu geva inntøkuna upp í Føroyum, men gjalda bert skatt í Grønlandi av inntøkuni. Í Føroyum verður bert kravt gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, 1,75% av skattskyldugu inntøkuni.


Fiskimenn í øðrum londum
Fiskimenn í øðrum londum skulu skattast í Føroyum av inntøkuni, men um so er, at skattur er goldin í útlandinum, verður frádráttur givin í Føroyska skattinum fyri goldnan skatt, tó í mesta lagi tann skatt, sum fellur á inntøkuna.


Inntøka og frádráttir
Tá inntøkan verður uppgjørd, kann 14% dragast frá inntøku upp til kr. 470.000 ella í mesta lagi kr. 65.800. Vanligur skattur skal gjaldast av restini.

Fiskimaður hevur rætt til samdøgursfrádrátt. Sí kunngerð um samdøgursfrádrátt.


Ser v-tal
Fiskimenn kunnu søkja um eitt ser v-tal, fyri atskatta inntøkuna í fyribilsárinum. Skipanin virkar á tann hátt, at avtala verður gjørd við peningastovn, um at flyta inntøkuna umvegis føroysku skattaskipanina, so hvørt sum inntøkan kemur á konto.

Tá lønin fer um skipanina eftirheldur TAKS skatt, gjald til arbeiðsmarknaðareftirløn og til heilsutrygd.
Legg til merkis, at gjald til ALS og barsilsgrunn verður ikki trekt. Tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at skráseta seg hjá hesum grunnum.

Nærri frágreiðing verður givin, tá umsóknin um ser v-tal verður játtað.

Oyðublað til umsókn um ser v-tal er at finna á: www.taks.fo









Føroyskir fiskimenn uttanlands

Vitja okkum á Facebook




LOGO

LOGO



TÍÐINDABRÆV

Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá felagnum:

  


Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.