Føroyskir fiskimenn uttanlands
 FRAMSÍÐA                         
 VIÐTØKUR FELAGSINS    
 UM FELAGIÐ                    
 ENDAMÁL FELAGSINS    
 NEVNDARLIMIR    
 TÍÐINDAYVIRLIT                
FELAGIÐ FØROYSKIR
FISKIMENN UTTANLANDS
Postboks 79 396
110 Tórshavn

Formaður:
Einar Martin Hammer
ehm@olivant.fo
Telefon: 28 67 02


Limagjaldið fyri 2020 er 400,- KR. fyri alt árið.

Limagjaldið skal flytast á konto: 9181 - 44 20 278.

LOGO


  21-12-2012

Tíðindaskriv um eftirlønir




Nú løtingið hevur gjørt broytingar í lógini um eftirlønartryggingar, er spurningurin um skatting av
eftirlønum, hjá teimum sum útlendskan arbeiðsgevara og útlendskan eftirlønarveitara, avgreiddur
fyri fyrst. Hetta hevur eisini verið eitt sera hart stríð og nógvir partar hava verið við til at fáa hetta í
lag.

Donsku og føroysku manningarfeløgini hava hjálpt okkum væl, eins og donsku eftirlønarveitarnir
eisini hava gjørt sítt.

Føroysku eftirlønarveitarnir hava eisini verið uppi í málinum, har teir hava bjóða seg fram sum
alternativ til teir útlendsku. Vit hava havt nógv smaskifti við teir eisini.

Tað er ikki heilt víst at vit hava skilt allar broytingarnar heilt rætt. Okkurt krevur nærri útgreining og
tað fara vit at gera eftir nýggjár. Men um vit gera hesa niðurstøðu, fara vit ikki heilt skeiv:

Lógarbroytingin frá 22. desember 2011 førdi við sær at allar eftirlønir, inngoldnar eftir 1. Januar
2012, verða skattaðar við 40%. Eftirlønin verður skattað við inngjald.

Samtyktin 19. desember 2012 hevur við sær nakrar broytingar afturat.

Eftirlønir hjá teimum, sum hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendskan eftirlønarveitara, verður
framhaldandi skatta við útgjald. Skatturin er 40% fyri allar pensjónir uttan kapitalpensjónir.

Kapitalpensjónir hjá hesum, ið eru inngoldnar eftir 31. Desember 2012, verða skattaðar við 45%. Hesi
kunnu sjálvboðin gjalda skatt við inngjald og soleiðis gjalda 40%. Vit rokna við at tey flestu av hesum
ikki hava møguleikan at velja. Hesar kapitalpensjónir verða skattaðar við 35% av tí, sum er inngoldi
fram til 31. Desember 2012.

Øll, sum hava útlendskar pensjónir, skulu lata Taks eina eftirlønaruppgerð fyri 2012. Uppgerðin skal
vera Taks í hendi í seinasta lagi 1. Oktober 2013.

Um vit taka hetta fyri fyrst, so hendir ongin stórur feilur. Vit skulu fáa ein serkønan at greina okkum
tað nærri eftir høgtíðina.

Tá vit skriva at spurningurin er agreiddur fyri fyrst, er tað tí at vit ætla okkum at arbeiða meira við
teimum 45 prosentunum, sum kapitalpensjónirnar skulu gjalda, um skattað verður við útgjald. Vit
halda at hetta er grundleggjandi skeivt og fara at arbeiða samsvarandi.

Vit kunnu tó ikki lova at ta arbeiðið fer at bera á mál. Ein møguleiki er kanska at broyta
kapitaleftirlønir til lutaeftirlønir, men vit vita sjálvandi ikki um veitarnir vilja tað.

Vit koma við einari nýggjari kunning, tá vit hava eina meira serkøna meting av málinum.

Dánjal Jákup
FELAGIÐ ANTARES









Føroyskir fiskimenn uttanlands

Vitja okkum á Facebook




LOGO

LOGO



TÍÐINDABRÆV

Niðanfyri ber til at tekna seg fyri hald av tíðindabrævi frá felagnum:

  


Ynskja tygum ikki longur at fáa tíðindabræv, so ber til at brúka knappin strika omanfyri.